Hondbóltur: SÍF-EB 26-31 (11-16)

ítróttur13-11-2013 - 03:29 - Jóanis Nielsen

2. deild hjá sÍF hevði í kvøld vitjan av EB. EB førdi allan dystin ag vann eisini trygt 31-26 eftir hálvleiksstøðuna 11-16. Sum úrslitið sigur, so var EB eisini tað betra liðið, men SÍF-mennirnir høvdu eisini góðar løtur og komu uppá 17-19 í 8. minutti í seinna hálvleiki, men so datt alt sundur hjá SÍF liðnum - EB kom uppá 18-26 og dysturin var avgjørdur - haldi at onkur skeiv útskifting var orsøkin til, at munurin gjørdist so stórur.

SÍF: Brandur Sjúrðason, Eli F. Nielsen 6 mál, Uni F. Nielsen, Bjarni Dalsgaard, Jóanis Albert Nielsen 4 mál, Hørður Johansen 4 mál, Pall Ólavsson, Hans Otto Samulsen, Jóan Hendrik Ellefsen 6 mál, Jákup G. Joensen 6 mál, Sigurð Fríði Fróðason og Regin Jørgensen eina útvísing.

EB: Áki Ellendasen, Arnbjørn Hansen 12 mál, Gert Hansen 14 mál, Brian Olsen, Rói Olsen 1 mál, Ólavur Ejdesgaard 1 mál, Leivur Petersen 1 mál og Arnar Dam 2 mál.

Støður: 

5. min. 1-2

10. min. 2-4

15. min. 4-4

20. min. 5-9

25. min. 7-11

30. min. 11-16

35. min. 13-18

40. min. 17-20

45. min. 18-24

50. min. 20-27

55. min. 23-28

60. min. 26-31

Dómarar: Høgni H. Joensen og Álvur Samuelsen.

Áskoðarar 70.