Mynd: Jón Thomsen

Høgiklettur kemur á Tvøroyri við góðum 1.000 tonsum

Vinna21-08-2013 - 22:48 - Jóanis Nielsen

 Høgiklettur siglir inn við góðum 1.000 tonsum, teir skulu landa á Tvøroyri, har teir verða um 8-9-tíðina í kvøld.

Høgiklettur hevur roynt í ein landnyðring úr Fugloynni á uml. 63N og 5V.

Í løtuni landar Tunnas T. á Tvøroyri, teir verða liðnir á miðnátt, tá sleppir Høgiklettur framat.

Frá Høgakletti verður sagt, at nógv grind, springarar og stórhvalur er at síggja eystur úr Føroyum, einar 40 fj. eystur úr Fugloynni.