Høgaberg kemur á Fuglafjørð í nátt

vinna19-10-2019 - 11:46 - Jóanis Nielsen

 Høgaberg siglir inn av sildafeltinum, teir verða á Fuglafirði um 1-tíðina í nátt og sleppa at landa hjá Pelagos beinanvegin teir koma á Fuglafjørð - Høgaberg hevur 850 tons.

Teir hava fiskað í altjóða sjógvi - tætt norðanfyri føroyska markið, har eru øll tey føroysku skipini stødd í løtuni, tey norðastu eru á 65.5N.

Vit tosaðu umborð fyri løtu síðan, veðrið er gott á leiðini norðanfyri, teir hava eitt lot undan.