Heystfjøllini gingin - myndir av Oyrargjógv

mentan17-10-2019 - 18:19 - Jóanis Nielsen
Í dag vóru sandavágsmenn á fjalli í Oyragjáarhaga, nú eru øll fjøllini gingin í Sandavági og Sørvági, onkur hagi er eftir í Miðvági í klipping, eisini í Bø og Gásadali er onkur hagi eftir.

Seyðurin hevur roynst væl í ár og veðrið hevur verið til vildar.

Hjá oyragjáarmonnum gekk av tí besta í dag, sum sæst á myndunum so var summarveður.