Tilvildarlig mynd frá Jóhannus Hansen.

Hava fingið 142 harur í Norðurtriðingi higartil í ár

mentan18-12-2019 - 21:31 - Jóanis Nielsen

 Haruhagarnir í Sørvági roynast væl, teir vóru í dag á Norðurtriðingi, 5 mans vóru við, teir fingu 20 harur, sagt verður at líkindini vóru vánalig, tað brakaði illa, tilsamans hava teir fingið 142 harur á Norðurtriðingi í ár

Á Vørðufelli, sum er grannahagi hjá Norðurtriðingi eru 95 harur skotnar higartil í ár, so sigast má, at haruhagarnir í Sørvági roynast væl.

Besti haruskjútti í Sørvági higartil í ár er Wentzel Mouritsen, hann hevur skotið 101 harur, Wentzel hevur í fleiri ár ligið fremstur av sørvingunum.