Hagfrøðilig fakta og ideologiskt møsn

politikkur09-03-2021 - 17:29 - Jóanis Nielsen

Lesarabrævið sum eg skrivaði í gjár gav eitt sindur av afturmeldingum. Onkrar positivar og onkrar negativar.

Men lat meg gera tað greitt beinavegin: Eg skrivaði ikki síðsta lesarabrævið, ei heldur hetta, fyri at siga, hvussu heimurin eigur at vera. Heldur ikki fyri at kúga nakra kvinnu. Hvussu ein maður og ein kona skipa síni viðurskifti, eri eg fullkomuliga líka glaður við - ynski teimum bestu eydnu.

Tað einasta eg vil er at leggja fakta á borðið og lýsa støðuna, sum hon er. Um man heldur, at tað er ein trupulleiki, so kann man royna at gera okkurt við hann.

Eitt, sum nøkur av teimum, ið vóru ósamd við míni skriving í gjár, vístu á, var, at kvinnur verða hildnar aftur orsakað av, at tær eru heima hjá børnunum - bæði í barsil men eisini sum heild.

Men reint arbeiðsmarknaðarliga eigur hetta ikki at verða ein foring fyri, at kvinnur kunnu arbeiða fulla tíð. Tað stendur øllum familjum í boði, at koyra børnini á stovn áðrenn tey eru 1 ár. Vanliga hava stovnarnir opið frá kl. 7-17, so har eru nokk av tímum hjá mammuni at fara til arbeiðis í 8 tímar og so avheinta børnini aftur.

Men sum eg eisini nevndi í gjár, so prioritera føroysku mammurnar opinbart tað at ansa eftir sínum egna barni hægri enn at arbeiða fulla tíð.

Men tó sæst eisini í Hagtølunum, at sjálvt aftaná 45 ára aldur eru tað so gott sum helvtin av kvinnum, ið arbeiða niðursetta tíð - og tað sama sæst í øllum aldursbólkum millum kvinnur.Tað einasta sum faktiskt broytist er, at tað eru fleiri sum eru nøgdar við at arbeiða niðursetta tíð, tess eldri tær blíva.

So hetta við, at kvinnur ikki kunnu arbeiða fulla tíð, heldur hvørki ímun til, hvat fyri tilboð samfelagið bjóðar, ei heldur ímun til hagtølini um tann eldra endan av kvinnum á arbeiðsmarknaðinum, sum vanliga ikki longur hava smábørn.

Tað er fínt at hava eina ideologi, har ið man sigur, at kvinnur í Føroyum verða kúgaðar og verða hildnar niðri - vælgagnist tykkum sum halda tað, men tá ið meir enn helvtin av øllum kvinnum í Føroyum í øllum aldrum siga seg vera nøgdar við at arbeiða niðursetta tíð, tá er lítið at koma eftir.

Men um tú ert ein kvinna sum lesur hetta, og tú hevur sum mál at koma fram við karrieru, í politikki ella hevur hug at royna teg á sjónum, so sigi eg bara "more power to you!"Men tað eru ikki allar kvinnur, sum prioritera soleiðis.

Eingin eigur at taka avgerðir um arbeiðstíð fyri kvinnur - hvørki menn ella aðrar kvinnur.

Sí myndina niðanfyri.

Tummas Jóhan í Djónastovu