Grunnabarð landar í Fuglafirði

Vinna23-08-2013 - 00:31 - Jóanis Nielsen

 Grunnabarð kom á Fuglafjørð tíðliga í morgun við góðum 600 tonsum, sum verða landað til Havsbrún. Grunnabarð hevur roynt í ein landnyðring úr Fugloynni, teir hava samtrolað við Ran, sum kom á Kollafjørð í morgun.

Av havnaskrivstovuni í Fuglafirði verður sagt, at tað koma nógv skip á Fuglafjørð, í juli vóru 119 skip á Fuglafirði og higartil í august er talið eisini farið uppum 100 skip.