Grønlendski trolarin Qaqqatsiaq sett kós vestur í hav

Vinna09-11-2013 - 19:23 - Jóanis Nielsen

 Grønlendski trolarin Qaqqatsiaq fór fyri løtu síðan fyri vágnum her í Sandavági. Trolarin hevur verið á verft í Danmark. Ávegis til Grønlands hava teir verið á Havnini eftir trolútgerð frá Vónini. Tað eru fleiri føroyingar við grønlendska trolaranum, sum nú fer til rækjufiskiskap við Grønland.

Vit tóku nakrar myndir - sí niðanfyri.