Grønlendski trolarin Polar Qaasiut á Havnini

Vinna23-08-2013 - 05:45 - Jóanis Nielsen

 Seinnapartin í dag kom grønlendski rækjutrolarin Polar Qaasiut á Havnina. Teir skulu leggja trolútger upp til Vónina áðrenn teir í morgin halda leiðina fram til Danmarkar.

Polar Qaasiut hevur uml. 300 tons av rækjum inni, sum skal landast í Hirtshals, síðan fer skipið á verft í Frederikshavn, tað kemur at taka 3 vikur.

Manningin telur 21 mans, harav eru 3 føroyingar og 3 danir, skipari er Hans Martin Høj í Hoyvík.