Grassroots-tiltak í Vágum

myndir28-09-2018 - 07:52 - Jóanis Nielsen

Í gjár varð skipað fyri UEFA-Grassrooots á Valloyruni í Sandavági, tiltakið var fyri børnum, sum ganga í barnagarð´í Vágum.

Skúlanæmingar úr 8B frá Skúlanum á Giljanesi hjálptu til við tiltakinum.

Myndirnar hava Heini Hanusarson og Christina Ravnsfjall tikið

Árliga ”UEFA Grassroots week” er á skránni í hesum døgum, og eisini í Føroyum verður skipað fyri ymiskum tiltøkum.

Hendan vikan er Grassroots-vika hjá UEFA, og í tí sambandi skipar Fótbóltssamband Føroya fyri fleiri tiltøkum kring alt landið. Endamálið er at fáa fleiri at spæla fótbólt og at røra seg.

Mánadagin varð skipað fyri tiltaki á vøllinum við Løkin í Runavík, har barnagarðar av Toftum, Runavík og av Strondum luttóku, og týsdagin var tiltak í Marghøllini í Vági, har barnagarðar í Suðuroynni vóru við.

Fleiri líknandi tiltøk fyri barnagarðar verða eisini næstu dagarnar kring landið, samstundis sum skipað verður fyri tveimum tiltøkum saman við Parasport Føroyar.