Goymslurnar tømdar áðrenn ES steingir havnirnar

Vinna23-08-2013 - 17:42 - Jóanis Nielsen

 Nú verða fiskagoymslurnar tømdar - áðrenn ES steingir havnirnar fyri føroyskum fiskavørðum.

Tað er stórt press á at fáa tømt frystigoymslurnar, áðrenn ES steingir havnirnar fyri føroyskum fiskavørðum.

Í gjárkvøldið var Eystarabryggja í Havn pakkað við frystibingjum, sum skuldu umborð á Norrønu í nátt. Í Kollafirði varð eisini avskipað í gjárkvøldið og sum myndirnar vísa, ið eru tiknar á Tvøroyri í morgun, so verður eisini lossað har í dag.

Tiltøkini hjá ES verða sett í verk komandi mikudag.