Gongur skjótt at leggja nýggja vøllin á í Sørvági - myndir

ítróttur14-05-2017 - 23:59 - Jóanis Nielsen

 Tað hevur gingið óføra skjótt at leggja nýggja vøllin á Pálsoyruna í Sørvági.

Í kvøld sá út sum at arbeiðið er um at verða liðugt. Í myrkrinum í kvøld var arbeitt av makt, helst tí at veðurforsøgnin fyri dagin í morgin ikki er tann besta.

Helst verður klárt at spæla á Pálsoyruni aftur komandi vikuskiftið.

Myndirnar eru tiknar um 23-tíðina í kvøld.