Gongd er komin á byggingina av nýggja virkinum hjá Varðanum Pelagic

vinna27-10-2017 - 17:51 - Jóanis Nielsen

Nú góðar fýra mánaðir eftir herviliga eldsbrunan á Varðanum Pelagic á Tvøroyri, sæst at gong rættiliga er komin á endurbyggingina av virkinum.

Tað er nógv arbeiði í gongd í løtuni, menn eru í ferð við at gera fundamentir, eins og gongd er komin á, at reisa sjálvt virkið.

Myndir og tekstur - Reidar Simonsen