Mynd: Reidar Simonsen.

Gitte Henning 1 landar makrel á Tvøroyri í morgin

vinna14-09-2019 - 22:14 - Jóanis Nielsen

 Gitte Henning 1, kom á Runavík í morgun, teir hava verið til makrelfiskiskap norðanfyri í føroyskum sjógvi, teir hava 900 tons, sum teir skulu landa til Varðan Pelagic.

Í løtuni landar Finnur Fríði 1.500 tons av sild til Varðan Pelagic, teir verða liðnir at landa í nátt, og aftaná Finn Fríða eigur Gitte Henning 1 tørn, Tummas T. liggur á Kollafirði, teir hava 450 tons av makreli, Tummas T. skal landa til Varðan Pelagic aftaná Gitte Henning 1.

4. skipið hjá Varðanum er Jupiter, teir eru til sildafiskiskap norðanfyri Ísland.