Gevið ítróttinum neyðugu hjálpina

Politikkur24-03-2021 - 09:10 - Jóanis Albert Nielsen

Henrik Old vil hava at vita, hvat Jenis av Rana ætlar at gera við vánaligu fíggjarstøðuna, sum ítróttarfeløg eru komin í. Tí fer hann at mikudagin seta landsstýrismanninum við mentamálum ein fyrispurning um hjálparpakka til ítróttin.

Korona hevur rakt ítróttin hart, og inntøkumissurin hjá ítróttarfeløgunum er nú av álvara farin at merkjast, sigur Ítróttarsamband Føroya í eini fráboðan 11. mars í ár. ÍSF heitir staðiliga á landsstýrið um at lata ítróttinum ein hjálparpakka, so virksemið kring landið kann halda fram ótarnað. Tað er tað einasta rætta at gera, heldur Henrik Old, løgtingslimur fyri Javnaðarflokkin, og tí fer hann at seta Jenisi av Rana ein munnligan fyrispurning um hetta, tá munnligir fyrispurningar eru á skrá mikudagin.

- Ítrótturin hevur stóra ávirkan á trivnaðin hjá bæði børnum og vaksnum, virkar fyribyrgjandi í mun til rúsdrekka og kriminalitet, og er fyri nógvar bygdir og býir ein týðandi liður í samanhaldinum millum fólkið. Serliga ávís, smærri feløg eru hart rakt av koronastøðuni, og tí er neyðugt við einum hjálparpakka til ítróttin, sigur Henrik Old.

Sambært ÍSF mangla 3,5 milliónir í, sum skulu brúkast til at fíggja virksemið og til at rinda fyri venjarar, høli, búnar og annað. Gjørdi korona ikki um seg, høvdu feløgini fingið henda peningin til vega til dømis við at standa vakt á festivalum, hava bingo og tombola, og við at skipa fyri lokalum tiltøkum av ymsum slagi, men hetta hevur sum øllum kunnugt ikki latið seg gera. ÍSF sigur í fráboðanini, at tey hava kunnað landsstýrismannin um støðuna, og at talan var um ein positivan fund. Landsstýrismaðurin tóktiskt skilja truplu støðuna, sum ítróttarfeløgini eru komin í, men hann kundi ikki lova nakað. Tí hevur Henrik Old avgjørt at seta landsstýrismanninum ein munnligan fyrispurning fyri at fylgja málinum.

- Umráðandi er at fáa at vita, hvat landsstýrismaðurin ætlar at gera fyri at tryggja, at ítrótturin framhaldandi sleppur at virka ótarnaður, sigur Henrik Old.