Aftast til vinstru: Vár Edvardsdóttir, Rikka Allansdóttir Joensen, Elin Hovgaard, Jasmin Prior Braga, Emma Vilhelmsdóttir, Joan Hovgaard.
Húkandi: Lisa Haraldsen, Karin Vang Jacobsen, Vár Egilsnes Petersen, Lea Kjartansdóttir, Sonja Klein
Liggjandi: Jóhanna Kjelnæs

Gentur U13 spælt seg í steypafinaluna

ítróttur15-09-2019 - 15:21 - Jóanis Nielsen

Fyri løtu síðan spældu okkara gentur U13 seg í steypafinaluna við at vinna á FC Hoyvík. Dysturin endaði 0-0, og eftir longda leiktíð hevði hvørki liðið fingið hol á. Vit vunnu so brotsparkskappingina 5-4, og skulu sostatt leika í sjálvari stepafinaluni.


Dysturin var rættiliga javnur ímillum tvey sterk lið. Tað var eisini rættiliga sjónligt, at hetta vóru tvey lið sum veruliga ætlaðu sær at fara allan vegin. Eftir tvær ferðir 20 minuttir, stóð tó enn 0-0. So var farið víðari til tvær ferðir fimm sera spennandi og intensar minuttir, men enn einki mál.

Uttan mál varð so farið til altíð nervapirrandi brotsparkskapping. Og har gjørdist málverji okkara, Jóhanna Kjelnæs, stóra hetjan við at bjarga fimta brotsparkinum hjá FC Hoyvík. Vit áttu so seinasta skotið, og, undir stórum trýsti á málverja og skjútta, var tað okkara Sonja Klein sum helt høvdið kalt og setti punktum við sigursmálinum til 5-4.

Eftir ætlan skal finalan, sum verður móti HB, spælast tann 21. septembur. Orsaka av uttanlandaferð hjá ungdómsorkestrinum, verður hon møguliga flutt. Tað frætta vit um seinni.

Kelda og mynd: 07Vestur.fo.