Gamalt pakkhus verður endurreist

myndir31-08-2019 - 13:54 - Jóanis Nielsen

 Í 1912 bygdu brøðurnir Niels Jacob og Zacharias Nielsen stórt pakkhús Úti á Bakka í Sandavági, Niels Jacob doyði í 1922, Hjalmar Nielsen sonur Niels Jacob yvirtók pakkhúsið og bleiv tað tá nevnt "Hjalmarsapakkhús".

Pakkhúsið bleiv brúkt av eingilsmonnum, tá ið teir vóru her undir 2. veraldarbardaga, í 60-inum og 70-inum varð tað brúkt at garva skinn í, Vilma helt til har til Vilhelm Nielsen bygdi høllina inni á Nes.

Í 90-inum varð pakkhúsið tikið niður, men verður nú bygt upp aftur av brøðrunum Vilhelm og Jóhannus Hansen - húsið verður reist í dag - Merkið veittrar har í morgun.