Fyrsti skúladagur - myndir

tíðindi19-08-2013 - 19:45 - Jóanis Nielsen

32 børn høvdu í dag sín fyrsta skúladag í Gamla skúla í Sandavági, tey verða 33 í tali.

Børnini koma at ganga í Gamla skúla til tey fáa jólafrí í desember. Tá byrjað verður aftur eftir jólafrítíðina, verður nýggi skúlin á Giljanesi tikin í brúk. Børnini, sum ganga í 1. flokk, flyta tá til Miðvágs at ganga í Miðvágs skúla.

Sambært fyribils næmingatalvuni hjá Mentamálaráðnum eru 72 færri næmingar farnir í 1. flokk í nýggja skúlaárinum, 2013-14, enn seinasta skúlaár. Til samans eru 678 børn farin í 1. flokk hetta skúlaárið. Í 2012-13 var talið 750

Til samans 6.846 næmingar eru í føroyska fólkaskúlanum hetta skúlaárið afturímóti 6894 seinasta skúlaár, altso 48 færri vísa fyribils tølini hjá Mentamálaráðnum. Vit tóku nakrar myndir.