Fyrireikingarnar til Føroysku Tónlistavirðislønirnar – FMA 2015

Mentan09-12-2014 - 03:10 - Jóanis Nielsen

FMA aftur á skrá

Nú er dato komin á og fyrireikingarnar til Føroysku Tónlistavirðislønirnar – FMA 2015 – eru farnar í gongd.

Leygardagin 14. mars 2015 verða Føroysku Tónlistavirðislønirnar 2015 handaðar í Norðurlandahúsinum. Hesum boðar arbeiðsbólkurin, sum fyrireikar stóra tiltakið, frá í dag.

Kringvarp Føroya, Miðlahúsið og Norðurlandahúsið skipa í felag fyri stóra tónleikafagnaðinum, har bestu avrikini í føroyskum tónleiki farna árið verða heiðrað. Hetta er eitt savnandi tiltak, sum fevnir um alt slag av tónleiki. Fyrstu ferð Føroysku Tónlistavirðislønirnar vórðu latnar, var 14. mars í ár, 2014, tá 22 virðislønir vórðu handaðar.

Tiltakið var serstakliga væl móttikið – bæði av almenninginum og ikki minst av tónleikarunum sjálvum. Útselt var til sjálva handanina í Norðurlandahúsinum, sum varð útvarpað á Rás2 og í Útvarpinum, umframt at sendingin eisini varð sjónvarpað á netinum. Meira enn 5.000 fólk fylgdu við á netinum í senn, meðan tiltakið varð stroymað. Hetta er met í Føroyum.

Fyriskipararnir halda, at tað er neyðugt at fagna føroyskum tónleiki við einum árligum tiltaki, sum varpar ljós á og gevur føroyskum tónlistafólkum ta virðing, tey hava uppiborið, og har føroyskur tónleikur og føroyskir tónleikarar eru í miðdeplinum.

Tiltakið í Norðurlandahúsinum tann 14. mars í ár, og tann stóra undirtøkan tiltakið fekk, var eisini besta dømi um, at FMA er er eitt neyðugt átak. Tað var tískil heldur eingin ivi hjá fyrireikarunum um, at Føroysku Tónlistavirðislønirnar skuldu aftur á skrá í 2015.

Ein arbeiðsbólkur varð við ársbyrjan mannaður við einum umboði frá hvørjum av stigtakarunum, umframt umboðum frá føroyska tónleikaumhvørvinum. Í Arbeiðsbólkinum eru Eyðfinn Jensen (KVF), Fróði Vestergaard (NLH), Barbara Holm (MH), umframt Ólavur Larsen (fyri tónleikaumhvørvið) og Elin Brimheim Heinesen (MUSIC.fo). Tiltakslimur er Sunleif Rasmussen (fyri tónleikaumhvørvið). Hesi heittu á Rólant Waag Dam um at samskipa tiltakið fyrsta árið.

Á almennum eftirmetingarfundi í Miðlahúsinum tann 27. mars 2014, vórðu allir limirnir í Arbeiðsbólkinum afturvaldir. Heitt er aftur á Rólant Waag Dam, um at átaka sær at samskipa FMA 2015, og tað hevur hann játtað.