Frá Meinigheitshúsinum í Sandavági

Mentan16-09-2013 - 22:22 - Jóanis Nielsen

Tíðindaskriv Heysthátíðir Harrans, tann Stóri Sáttgerðardagurin mánakvøldið í Sandavági kl. 19.00

Í kvøld verður tann "Stóri Sáttgerðardagurin", Yom Kippur, gjøgnumgingin í Meinigheitshúsinum í Sandavági. Yom Kippur var tann mest náðifulli dagurin í árinum, har jødiska samfelagið (sum tjóð, sum land) kundi uppnáa eina “nýggja byrjan”. Hesin dagurin er eisini ein skuggamynd av Guðs ætlan, har Guð endaliga ruddar synd burtur úr skaparaverkinum og hin sanni friðurin er komin til jarðar. Uppgávan er at finna Jesus í hesum høgtíðum Harrans.

Eykenni fyri Yom Kippur:

Blóðoffur og reinsan fyri høvuðsprestin og tjóðina.

5 dagar seinni skuldi tjóðin Ísrael ofra 70 tarvar vegna okkum heidningatjóðir á Leyvsalshátíðini.

Ein nýggj byrjan, nýggj náði, enn eitt ár. Syndarokningin útsett enn eitt ár.(endaliga goldin 15.nissan/apríl ár 30 e.k)

7 hvørt ár, Shemittah ár.

7X7 fagnaðarár lýst.

Nýggjar himnar og eina nýggja jørð (ein nýggj vika). 2Pæt 3:13 Jes 66:22 Opb.21:1.

Hvíti liturin.

Bøkur verða afturlatnar og dómur avsagdur.

Tann stóra føsta.

Teir tveir geitarbukkarnir, ein til Guð og hin er syndabukkurin í bleiv rikin út í oyðimørkina og kastaður oman.

Andlit til andlit við Guð.

Síðsta árliga innheystingin.

Talan er um fruktir, olju og vínber. Guðs vreiði-vínpersa, forsjón av eini Yom Kippur seremoni av dóminum í Opb 14:17-20

Vit vóna at síggja nógv fólk til framløguna i kvøld