Forvitnislig konsert í Miðvágs kirkju

Mentan03-09-2013 - 04:32 - Jóanis Nielsen

Tónlekur á sera høgum støði við 4 heimsfrumframførslum í Miðvágs Kirkju 6. sep. kl. 21:00.


Professionelli bólkurin “Stormglas” fer at spæla stykkið “Árstíðirnar”, og 4 spildurnýggjar tulkingar av árstíðunum.

Hettar er norðurlendskt samstarv, og okkara Sunleif Rasmussen hevur skrivað ta eina nýggja stykkið.