Føroyingur bjargar 269 flóttarfólkum

Myndir03-06-2014 - 06:14 - Jóanis Nielsen

Danska tangaskipið “Nord Guardian” við føroyskum skipara, hevur bjargað 269 flóttarfólkum.

Skipari á “Nord Guardian” er Terje Dam úr Sandavági, og í stuttari samrøðu sigur hann, at teir blivu uppkallaðir av MRCC Malta, leygarmorgunin 31.mai kl. 0130 LT og blivu biðnir um at sigla á eina knattstøðu í Miðarhavinum, har ein bátur við 269 fólkum umborð var komin í havsneyð. “Nord Guardian” var tá statt 38 fjórðingar frá knattstøðuni, og var á staðnum áleið klokkan 05:00 LT (lokal tíð). Báturin við flóttarfólkunum var í vánaligum standi.

Tangaskipið “Nord Guardian” hjá Dampskip Selskabet Norden A/S var ávegis til Zawia í Libya, tá MRCC Malta kallaði á teir og bóðu teir fara einum flóttarfólkabáti, sum var í havsneyð, til hjálpar. Tey 269 flóttarfólkini blivu tikin umborð á “Nord Guardian”, og fingu teir eftir hetta boð um at sigla til tann italienska havnabýin Pozzallo á Sicilien og blivu flóttarnir landsettir har sunnumorgunin 1.juni.

“Nord Guardian” fór stutt eftir víðari á síni siglingarleið.

Tangaskipið “Nord Guardian” er 183 metur langt og 32 metur breitt og stingur knappar 13 metur. Deyðvektin er 50.420 mt og skipið er 30.241 BRT til støddar, greiðir skiparin Terje Dam frá at enda

Myndirnar eru allar frá Terja Dam.