Føroyar drógu Slovakia, Litava og Luksemburg

ítróttur23-07-2019 - 16:43 - Jóanis Nielsen

HSF: A-landsliðið við monnum skal spæla móti Slovakia, Litava og Luksemburg í HM-undankappingini í vetur.

Tað varð staðfest í lutakasti í Wien í Eysturríki fyri løtu síðan.

HM-undankappingin er eitt umfar, har liðini, ið ikki vunnu seg til EM-endaspælið næsta ár, skulu kappast. Í hesum umfarinum eru 15 lond, ið nú eru býtt í fýra bólkar. Vinnarin úr hvørjum bólki sleppur til annað umfar, sum er býtt í tveir partar, ið verða spældir sum “play off” dystir. Vinnarin av parti eitt, skal spæla móti einum av teimum aftastu liðunum frá EM-endaspælinum í 2020. Um hesin dystur verður vunnin, skal spælast móti einum av liðunum, sum skulu taka lut í undankappingini til Olympisku Leikirnar. Vinnarin av teimum dystunum vinnur sær atgongd til HM-endaspælið í Egyptalandi í 2022.

Hondbóltssamband Føroya skal nú í samráð við hini londini í bólkinum avgera, um dystirnir í vetur skulu spælast sum úti- og heimadystir ella um allir dystirnir skulu spælast á einum stað.