Føroya Bjór verður nógv útbygt - myndir

vinna20-11-2018 - 09:11 - Jóanis Nielsen

 Bryggjaríðið hjá Føroya Bjór verður nógv útbygt, teir høvdu reisigildið fyri 14 døgum síðan.

Gólvvíddin verður við útbyggingini økt við útvið 1.100 fermetrum. 

Tær berandi konstruktiónirnar eru úr stáli, sum so verður klætt við aluminiums plátum, sum eru fyltar við skúmi.

Vit hava tosað við stjóran á Føroya Bjór - Einar Waag - hann segði, at teir mangla pláss, tí var neyðugt at gera hesa útbyggingina, bæði tí at eftirspurningurin av verandi vørum er øktur, og at teir gera klárt til at brenna whisky, krevur meira pláss.

Stjórin segði at um alt gongur væl, so verður nýggi bygningurin klárur í ár.

Tað eru tilsamans 40 ársverk á Føroya Bjór.

Myndirnar hevur Eyðun Høgnesen tikið.