Fólkaflokkurin: Stabilar karmar innan fiskivinnuna

Politikkur15-11-2014 - 19:19 - Jóanis Nielsen

 Undir heitinum - Fiskivinnunýskipan: Virðisøking og gjald - helt Bjarni Arnason stjóri í grannskoðanavirkinum NUMO áhugaverdan fyrilestur á landsfundinum á Giljanesi.

Í stuttum kann sigast, at niðurstøðan hjá Bjarna Arnason var:

Skipið fyri stabilum kørmum innan fiskivinnuna.

Skipið fyri einum opnum føroyskum havi.

Skipið fyri sterkum brúksrætti innan fiskivinnuna.

Skipið fyri einum gjaldi, sum fremur effektivitet og loyvir kapitaldannilsi.

Skipið fyri at veiðutólini verða á føroyskum hondum.

Berið skjótt at.

Í løtuni er døgurðasteðgur, fundurin verður tikin uppaftur nú kl. 13.30.

Seinnapartin er skráin henda:

Kl. 13.00 "Er neyðugt við eini pensjónsnýskipan?", Marjun Magnussen, deildarstjóri í Almannaráðnum
Kl. 14.00 Orðaskifti, orðið frítt.
Kl. 15.15 Kaffisteðgur.
Kl. 15.30 Orðaskifti heldur fram.
Kl. 17.00 Floksformaðurin tekur saman um og endar fundin.
Kl. 18.00 Nátturði fyri fundarfólki.