Flogbóltur: SÍ tapti 5-settara móti Fleyr

ítróttur22-12-2013 - 23:57 - Jóanis Nielsen

 Eikligan-menn: Fríggjakvøldið hevði SÍ vitjan av Fleyr. Tað var ein dystur um at vinna 2. plássið í Eikliguni hjá monnum. Liðini vóru bæði væl uppsett og dysturin gjørdist spennandi, tað skuldi 5-settari til fyri at finna vinnaran, Fleyr vann 1. og 2. sett, SÍ vann so 3. og 4. sett og 5. settið vann Fleyr - tað gjørdist tí Fleyr, sum kom at liggja omaná - settini 19-25, 19-25, 25-23, 25-22 og 10-15.

Við sigrinum hevur Fleyr lagt seg á 2. pláss og SÍ liggur nú á 3. plássi í Eikliguni hjá monnum.


Støðan í Eikliguni hjá monnum:
Seinasta dagføring: 21/12-2013

StøðanDystirSett*
LiðleiktirvunnirtaptirvunnintaptmunurStig
ÍF7521710715
Fleyr7581812613
7341614211
Mjølnir716318-153