Flemish Cap bøtur um avreiðingarnar av toski

Vinna22-08-2013 - 16:54 - Jóanis Nielsen

Avreiðingartølini fyri sjey teir fyrstu mánaðirnar av2013erunú tøk íhagtalsgrunninum.

Avreiðingartølini fyri mánaðarnar januar til juli vísa, at ein fjóðringur minni er avreitt av botnfiski, og samlaða virðið er lækkað ein triðing í mun til somu mánaðirnar í fjør.

Tað er serliga nøgdin av upsa, sum er minkað munandi í mun til í fjør og dregur samlaðu nøgdina av botnfiski niður. Eisini fyri onnur botnfiskasløg sum bromsa og longa eru nøgdirnar minni.

Væl meiri av hýsu er komin uppá land í ár, men hýsunøgdin hevur verið sera lág seinastu árini.

Til og við mai mánað í ár vístu tølini, at væl minni av toski varð avreitt í mun til í fjør. Nú vísa tølini, at nøgdin av toski er nakað størri enn í fjør, og er orsøkin tann, at toskurin av Flemish Cap, sum línuskipini veiddu í summar, er farin um avreiðingarskipanina. Kvotan av toski hjá føroyingum á Flemish Cap í 2013 er 3.200 tons.

Les meira:http://www.hagstova.fo/portal/page/portal/HAGSTOVAN/Hagstova_Foroya/news_repos/Avrei%F0ingar%20juli%202013