Fleiri enn 100 føroyingar eru á Brússel Expo 2017 - myndir

vinna26-04-2017 - 14:16 - Jóanis Nielsen

 Fiskarímessan - BRÚSSEL EXPO 2017 - byrjaði í gjár og verður liðug í morgin.

Fleiri enn 100 føroyingar eru við á messuni - Vit frætta úr Brússel, at føroyingar hava nógvar vitjanir, føroysku básarnir eru samlaðir á einum stað.

Høgni Hoydal landsstýrismaður í fiskivinnumálum hevur eisini vitjað messuna.

Tilsamans eru 24.000 fólk á ymsan hátt knýtt at messuni.

Vit hava fingið hesar frálíku myndirnar sendandi úr Brússel.