Fjallgonga á Oknadali - myndir

mentan11-10-2018 - 14:21 - Jóanis Nielsen

 Í morgun fóru teir á fjall á Oknadal í Sandavági, eisini eru teir í Syðraseyð, miðvingar eru eisini á fjalli í minst einum haga í dag.

Veðrið var gott fyrrapartin, men nú er fríkst lot av landsynningi og myrkt í toku.

Myndirnar eru av Oknadali - tað er Jørmann Petersen, sum hevur sent okkum myndirnar.