Fjallabjargarnir og Rescue Lív havt stóra venjing í gjár

myndir26-06-2018 - 17:18 - Jóanis Nielsen

Mánakvøldið 25. Juni 2018 skipaði Havnar Bjargingarfelag fyri venjing við Trøllarøkur, nakað sunnan fyri Glyvursnes.

Við til venjingina vóru 16 menn og kvinnur frá Fjallabjargingarliðinum og bjargingarbátinum Lív.

Sjálv venjingin gekk út uppá at bjarga einum omandottnum í fjøruni við Trøllarøkur, at fáa bjargingarfólk í land frá Lív at gevur 1. hjálp, at fáa ein fjallabjargara niður til neyðstadda, at bjarga neyðstædda niðan aftur úr fjøruni, fyri síðani at sjóðra sjúklingin á børu niður aftur á Lív.

Venjingin gav luttakandi pørtunum høvi at royna sínar førleikar, útgerðina og samskifti.

Partarnir vóru sera væl nøgdir við venjingina, sum má sigast at vera realistik og ger Havnar Bjargingarfelag enn betri ført fyri at loysa líknadi óhapp.