Finnur Fríði bíðar eftir landingartørni

Vinna16-10-2019 - 07:19 - Jóanis Albert Nielsen
Finnur Fríði kom undir land í gjár eftir at hava verið á sildaveiðu bæði norðast í føroyskum sjógvi, og eystur úr Føroyum.

Finnur Fríði skal landa til Varðan Pelagic á Tvøroyri, teir sleppa framat, tá ið liðugt er at landa Tummast T (les her), sum verður tíðliga í morgin.

Finnur Fríði hevur henda túrin fingið 1500 tons av sild.