
Mynd: jn.fo
Ferðsluóhapp í Kalbaksbotni - myndir
Myndir27-11-2014 - 13:38 - Jóanis Nielsen
Tíðliga í morgun - uml. kl. 6.40 fór ein bilur niðan av vegnum í Kalbaksbotni, bilurin var ávegis norðureftir. Tað vóru tveir persónar í bilinum, teir eru fluttir á Landssjúkrahúsið til kanningar.
Nógva ferðslan, sum altíð er hesa tíðina, er darvað av óhappinum, men væntandi verður skjótt koyrandi aftur.