Familjur sindrast hvønn dag - nú skal handlast

Politikkur26-08-2019 - 19:44 - Jóanis Albert Nielsen

Hvørt ár eru áleið 60 hjúnarskilnaðir í Føroyum, sum er umleið helvtin av øllum nýstovnaðum hjúnarbondum. Hetta eru alarmerandi hagtøl, sum vit eiga og mugu gera nakað við. Vit eiga tí í nógv størri mun seta í verk fyribyrgjandi átøk fyri at minka um hesar hjúnarskilnaðir. Vit eiga at seta í verk ítøkilig ráðgevandi tilboð til nýstovnaðu familjurnar. Ráðgeving eigur serliga at vera givin tá ið parið blívur foreldur fyri fyrstu ferð. Fyrsta tíðin eftir at parið er blivið foreldur er uppá mangar mátar avbjóðandi, og er tað júst í hesi tíðini at parið skal fáa ta ráðgeving og stuðul sum tað hevur brúk fyri. Hetta sigur m.a. stovnarin og núverandi nevndarforkvinna í danska felagnum Center for familieudvikling.

Felagið hevur drúgvar royndir innanfyri ráðgeving til pør og hevur í hesum sambandi ment ítøkilig amboð og mannagongdir sum hava fingið breiða útbreiðslu í donskum kommunum. M.a. í Bornholms kommune, har ávís tilboð eru sett í verk og pengar settir av til hetta á fíggjarlógini. Vísast kann til undirvísingarskipanina hjá Center for Familieudvikling “Partjek”, PREP o.a.

Átøk eiga at vera sett í verk, ið fyribyrgir strongd og hjúnarskilna í barnafamiljum, vegna høga arbeiðs- og peningatrýstið ið í stóran mun myndar samfelagið í dag. Politiska skipanin eigur sjálvsagt at stimbra undir búskaparvøkstri, men hendan strembanin má ikki ganga útyvir tað sunna familjulívið, ið uppá longri sikt kann vera skaðiligt og kostnaðarmikið fyri børnini, familjuna og landið sum heild. Víst verður til greining ið er gjørd í Bretlandi, og sum er víst í talvuni niðanfyri.

Relational thinking.jpg

Greiningin vísir hvussu tídningarmikið vælveran hjá barninum hevur fyri búningina, bæði uppá stutt- og langsigt. Sjálvstýri ynskir at raðfesta vælveruna hjá familjuni nógv hægri, enn hvat vit hava sæð í politisku skipanini seinastu árini.