Fagraberg í Vestmannasundi kl. 21.20 í kvøld.

Fagraberg fer á Tvøroyri við 1.600 tonsum

Vinna10-08-2013 - 01:40 -

 Fagraberg siglir inn við 1.600 tonsum 80% er makrelur og 20% er sild. Fagraberg landar á Tvøroyri til Varðin Pelagic, teir verða á Tvøroyri kl. 1 í nátt, og sleppa framat at landa beinanvegin. Í løtuni landar Tróndur í Gøtu til Varðin Pelagic, men teir verða liðnir tá Fagraberg kemur, Tróndur kom inn mikudagin, teir høvdu 1.300 tons.

Fagraberg hevur hendan túrin samtrolað við Tummas T., nú Fagraberg fór inn, fór Tummas T saman við Jupiter.

Myndirnar eru tiknar í kvøld tá Fagraberg fór suður ígjøgnum Vestmannasund - uml. kl. 21.20.