Fáa nógvan upsa á Sandavági

Vinna28-08-2013 - 22:34 - Jóanis Nielsen

 Bátarnir hava fingið fitt av upsa inni á Sandavági, bæði í gjár og í dag. Tað er hampuliga stórur upsi teir fáa, og hann er eisini í góðum standi. Eisini eru nakrir makrelar at fáa ímillum.

Í dag royndu eitt skiftið einir 6 bátar á vágni, onkur bátur hevði uml. eini 1.200 pund.