EUROPA liggur á Havnini - myndir

Vinna17-09-2014 - 16:01 - Jóanis Albert Nielsen
Ferðamannaskipið EUROPA, sum kom á Havnina í morgun klokkan 07:00, er næstseinasta ferðamannaskipið, sum kemur á Havnina í ár, av teimum 47 skipinum.

JN.fo hevur fingið upplýst frá Visit Tórshavn, at tað eru 350 ferðfólk við skipinum. EUROPA fer aftur av Havnini klokkan 17:00 í dag.

EUROPA er bygt í 1999, tað er 198.6 metrar langt, 24 metrar breitt og er heimahoyrandi í Bahamas.

Tað seinasta ferðamannaskipið, sum kemur á Havnina í ár, kemur tann 27. septempur, tá eru tað 2200 ferðafólk við.