Enniberg hevur landað rækjur í Tromsø

vinna14-09-2019 - 23:02 - Jóanis Nielsen

 Enniberg hevur í dag landað 475 tons av rækjum í Tromsø.

Enniberg fór avstað 1. august, teir hava roynt í russiskum sjógvi, hetta er 2. rækjutúrurin hjá Enniberg.

Tá ið liðugt var at landa fóru teir úr Tromsø seinnapartin í dag við kós móti Føroyum, teir verða vantandi á Havnini týsdagin 17. september.

Komandi túr fer Enniberg á svartkalvaveiðu við Vestur-Grønland, ætlandi far teir nýggjan túr seinast í komandi viku.

Tað eru 20 mans við hendan túrin, skipari er Sonny Johannesen.