Eivind hevur nú slept Tasemiut

Vinna06-11-2017 - 11:52 - Jóanis Nielsen

Nú hevur Tasemiut fingið gongd aftur á maskinuna, og kunnu teir brúka hana 70%, Tasemiut er nú ávegis til Íslands.

Tað var gjáranáttina klokkan 2 at grønlendski trolarin Tasemiut bað um hjálp, tí teir høvdu maskintrupuleikar, teir lógu við Kap Farvel – á Kappanum, í Grønlandi.

Teir høvdu trupulleikar við einum stempli og motorurin fekst ikki í gongd aftur.

Línuskipið Eivind úr Sandavági sum er til fiskiskap á leiðini kom Tasermiut til hjálpar, og fingu enda umborð.

Politibáturin Sisak III kom á staði seinnapatin í gjár, og ætlanin var at Sisak III skuldi yvirtaka sleipi, og sleipa Tasermiut til Narssak. Men veðrið var so vánaligt á leiðini, at avgjørt var at bíða eftir danska verjuskipinum, sum kom á staði í midnátt. Men í morgun hevði Eivind enn enda umborð á Tasermiut, tí veðrið framvegis var vánaligt. 

Men trolarin hevur nú fingið gongd aftur á maskinuna, og slepti Eivind trolarinum uttanfyri bygdina Appialattoq.

Tasermiut er trolari bygdur til Royal Greenland í 1988, bleiv seldur til Canada í 2009 og fekk navnið Labrador Storm.

Í 2014 keypti grønlendska felagið Nanoq Seafood trolarin aftur til Grønlands og fekk hann upprunanavnið Tasermiut aftur.

Tasermiut hevur heimstað í Nuuk.