Eitt ferðafólk er dottið í Ravnagjógv

myndir12-06-2018 - 19:34 - Jóanis Nielsen

 Fyri løtu síðan var tyrlan eftir einum ferðafólki, sum var dottið í Ravnagjógv, sum vit skilja, so hevði ferðafólkið fingið nakað av skaða og varð tí flutt á landssjúkrahúsið við tyrluni.

Ravnagjógv er tætt heimanfyri Hálsin í Sandavági.

Vit tóku nakrar myndir, tá ið tyrlan fór eftir ferðafólkinum.

Uppdatering: Jóhannus Hansen skrivar á Facebook í kvøld - Áðrenn ov nógvar spekulatiónir koma um hattar óhappi sum hevur verið í Ravnagjógv í kvøld, vil eg bara siga at Reika Adventures hevði EINKI við hattar at gera.

Vónandi kemur viðkomandi fyri seg skjótt.