Eingin hvalur komin upp á bryggjuna kl. 17

Mentan10-10-2013 - 23:00 - Jóanis Nielsen

 Eg koyrdi mær ein túr til Miðvágs nú um 17 tíðina, fyri at vita hvussu nógvir hvalir mundu vera í grindini, sum doyði í Sandavági í dag, men gakk, har var eingin hvalur enn komin upp á bryggjuna enn.

Nær so seðlarnir koma út, er ringt at spáa um, men tað verður helst seint í kvøld.