Draco og Kongasteinur avreiða í Miðvági

vinna13-10-2019 - 09:05 - Jóanis Nielsen

 Útróðrarbátarnir Draco og Kongasteinur, sum í nátt høvdu roynt í Vágahavinum, komu á Miðvág í morgun, har teir avreiða til Snarfrost.

Báðir høvdu havt góðan fiskiskap, vit mettu teir til at hava 6.000 pund hvør.