Campingvognur í luftina - myndir

Myndir17-08-2014 - 18:21 - Jóanis Nielsen

 Ein campingvognur, sum stóð norði í Klovanum (t.e. norðanfyri Vatnsoyrar) er í nátt farin í luftina. Sum sæst á myndunum, so er ikki er ikki nógv gott eftir av vogninum.

Tað var av mesta vindi í nátt, hann var útnyðringur og norðan, sum liggur beint heim ígjøgnum Klovan.

Tað stóðu fleiri campingvongnar í Klovanum, men bara tein eini hevur fingið skaða.