Byggingin á Fútakletti - myndir

Vinna04-06-2014 - 04:39 - Jóanis Nielsen

HIDDENFJORD byggir eina stóra høll á Fútakletti - høllin verður 115 metrar long og 30 metrar breið. Tað verða 10 alikør í høllini. Í einum stórum parti av høllini verður eitt reinsianlegg, sum skal reinsa alt vatnið, soleiðis at tað verður brúkt aftur.

Stoypiarbeiðið er komið væl áleiðis, teir meta at alt verður liðugt stoypt fyrst í juli. 

Sjálv høllin verður gjørd av stálbjálkum - væntandi verður høllin klár at taka í brúk seint í heyst.

Vit tóku nakrar myndir á Fútakletti í kvøld.