Brestir hevur landað svartkalva í Ánunum - myndir

vinna25-06-2018 - 23:21 - Jóanis Nielsen

 Brestir, sum kom heim undan Eystur-Grønlandi fyri góðari viku síðan hevur í dag landað 230 tons av svartkalva í Ánunum.

Tá ið liðugt var at landa, loystu teir og hava aftur sett kós vestur í hav, teir rokna við at koma á fiskileið við Eystur-Grønland seint hósdagin.

Tað eru 13 mans við hendan túrin, skipari er  bíggjarmaðurin Thormann Niclasen.