Brestir fór nýggjan túr í kvøld - myndir

myndir03-08-2019 - 23:09 - Jóanis Nielsen

 Brestir fór nýggjan túr til Eystur-Grønlands í kvøld, har teir hava 130 tons eftir av svartkalvakvotuni, teir komu heim fyri eini viku síðan, við 270 tonsum av svartkalva, sum teir hava landa í Miðvági.

Hin sørvágstrolarin - Vesturleiki - fiskar svartkalva undir Føroyum, teir eru á Sørvági og bunkra, teir hava 50 tons av svartkalva, teir landa ikki áðrenn teir fara avstað aftur.