Mynd: John F. Haraldsen.

Borgarin landar til Havsbrún

vinna14-07-2020 - 10:05 - Jóanis Nielsen

 Borgarin kom á Fuglafjørð fyri løtu síðan við 1.400 tonsum av svartkjafti, sum teir skulu landa til Havsbrún.

Borgarin hevur teir seinastu dagarnar roynt í ein landnyðring og norður úr Føroyum, fiskiskapurin hevur verið smáligur, men tað er vanligt hesa árstíðina.