Mynd: John F. Haraldsen.

Borgarin landar makrel í Kollafirði í morgin

vinna16-09-2019 - 21:13 - Jóanis Nielsen

 Borgarin er farin at sigla inn av makrelfeltinum norðanfyri, teir hava 450 tons av makreli, sum teir skulu landa í Kollafirði, teir byrja at landa á middegi í morgin.

Vit hava tosað við skiparan - John Leif Joensen - hann sigur at makrelurin er sera góður - 515 gramm.

Á feltinum norðanfyri eru í kvøld - Norðingur, Hoyvík, Katrin Jóhanna og Fram, veðrið er gott á leiðini, sum myndin vísir, myndina hevur John F. Haraldsen tikið í dag.