Bókakafe við Sólrún Michelsen

Mentan23-10-2013 - 22:22 -

Tíðindaskriv

Bókakafe við Sólrún Michelsen

Bókakafe verður aftur á Býarbókasavninum hóskvøldið 24. oktober kl. 19.30. Gestarithøvundur verður Sólrún Michelsen, sum júst hevur givið út sína aðru skaldsøgu, Hinumegin er mars. Sólrún Michelsen hevur eisini givið út barnabøkur, stuttsøgur og yrkingar, og hon er heiðrað við bæði Barnabókaheiðursløn Tórshavnar býráðs og virðisløn M.A. Jacobsens fyri fagrar bókmentir.

Bergljót av Skarði, studentaskúlalærari, bloggari og bókavørður í Hoydølum, hevur lisið bókina og fer at práta við rithøvundin um nýggju skaldsøguna. Bergljót hevur eisini ummælt bókina á bloggi sínum b-av-s.blogspot.com. Eisini fer ein av bókavørðunum á Býarbókasavninum at varpa ljós á nakrar av nýggjastu bókunum, keyptar eru til bókasavnið.

Bókakafe er á Býarbókasavninum umleið eina ferð um mánaðin, og til ber at kunna seg meira um kafedagar og onnur tiltøk á Býarbókasavninum í 2013/14 í kalendaranum á heimasíðuni www.bbs.fo og á facebooksíðuni hjá Býarbókasavninum.