Bjørk Gudmundsen í Smiðjuni í Lítluvík

Mentan14-10-2013 - 19:44 -

Dagarnar 18 til 21 okt fer Bjørk Gudmundsen, at hava eina sera farvuríka og fjølbroytta, framsýning í Smiðjuni í Lítluvík.

Flestu málningarnir eru málaðir í 2013 og har ímillum eru nakrir “Mikines málningar”, sum Bjørk hevur umtolka og málað í kubistiskan stýl.

Fernisering verður fríggjadagin 18 okt kl 16

Opið verður eisini 19, 20 og 21 okt. frá kl 14-18

Øll eru hjartaliga vælkomin at síggja framsýningina !