Biskupur við nýggjari bók

Mentan16-10-2013 - 05:22 -

 - Innihaldið er einfalt og nemur lívið við støði í tí ástøði, at tað eru tær vanligu løturnar gerandis og heilagt, sum bera og skapa tær stóru løturnar í lívinum, sigur biskupur millum annað í formælinum

 

Um mánaðarskiftið november / desember gevur VP.fo út næstu bókina eftir Jógvan Fríðriksson, biskup.

 

Í formælinum til bókina, greiður Jógvan Fríðriksson, biskupur, frá innihaldinum í nýggju bókini.

 

- Lestrarnir í hesi bók eru sendingar í Útvarpinum høgtíðsdagar í kirkjuárinum.

 

- Innihaldið er einfalt og nemur lívið við støði í tí ástøði, at tað eru tær vanligu løturnar gerandis og heilagt, sum bera og skapa tær stóru løturnar í lívinum, skrivar biskupur.

 

Tað var útvarpsmaðurin Janus Mohr, ið heitti á Jógvan Fríðriksson og fekk hesar útvarpssendingar í lag.

 

- Takki Janusi Mohr fyri ta tíð, ið hann starvaðist í Útvarpi Føroya / Kringvarpinum. Eitt ríkt tíðarskeið við atliti at føroyskari mentan, siðsøgu og kirkjusøgu, skrivar biskupur millum annað í formælinum.

 

Jógvan Fríðriksson skrivar í bókini "Ljós um lond og niðu" um lívið í øllum tess skiftandi vavi í gleði og sorg, lívsfyllu og kreppu. Frásagnirnar ferðast millum fólk á leiðini bæði á landi og sjógvi. Tey smáu klípini í tilveruni gera heildarmyndina burðardygga.